Tryggleiki í gerandisdegnum 

Vit hoyra javnan um, at fólk hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, tí alt er vorðið so dýrt. Hendan prísvøkstur merkja vit øll so ella so í okkara gerandisdegi. Tá vit keypa olju at hita heimið við, tá vit keypa brennievni til bilin, tá vit gjalda lánsgjald inn á húsalánið ella tá vit keypa inn. Vanligar gerandisvørur sum mjólk, breyð, kjøt, frukt og grønmeti o.a. kosta í dag munandi meira, enn tær gjørdu fyri einum ári síðan. Sambært Hagstovu Føroya eru matvørur dýrkaðar stivliga 10% seinasta árið, og er hetta størsti árligi prísvøksturin í 40 ár. Alt er vorðið dýrari, og vit fáa minni fyri hvørja krónu hvønn einasta mánað.

 

 

 

Útlit eru tíverri ikki fyri, at hendan gongdin fer at venda í nærmastu framtíð.

 

 

 

Fíggjarligur tryggleiki er ein av grundarsteinunum í okkara tilveru og ein fyriteyt fyri persónligum trivnaði hjá flestu okkara. Tískil er tað av sera stórum týdningi, at ítøkilig og munagóð stig verða tikin til at lætta um hjá teimum, ið verða harðast rakt av hesum prísvøkstri. Vit eiga at tryggja teimum harðast raktu ein gerandisdag uttan stúran, um peningurin nú røkkur til føstu útreiðslurnar. Og hetta má gerast beinanvegin, tað er onki at bíða við!

 

 

 

Skipan við oljuískoyti varð sett á stovn í farna valskeiði, men hendan einsamøll er ikki nokk. Tí fer Sambandsflokkurin at seta í verk eina skipan við inflatiónstrygd, ið skal tryggja teimum harðast raktu ein fíggjarligan stuðul á kr. 1.000 um mánaðin, umframt at barnafrádrátturin verður hækkaður við kr. 2.000 um árið.

 

 

 

Jónleyg J. Bech

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið