TRYGT BÝLI ER VÆLFERÐ – BÚSTAÐARTRUPULLEIKARNIR SKULU LOYSAST

Ein tryggur bústaður er alt avgerandi fyri øll, ikki minst fyri barnafamiljur. Í dag er tað sera trupult hjá barnafamiljum at seta føtur undir egið borð, tí húsaprísirnir eru ovurhøgir og lánsmøguleikarnir hareftir. Fyri stakar forsyrgjarar er tað ómøguligt at ogna sær egnan bústað – og eingin ella sera avmarkaður møguleiki fyri at leggja pengar til síðis til egnan bústað.

 

Stakir forsyrgjarar – og fleiri við teimum – eru noyddir at fara á privata leigumarknaðin. Men tá ið húsaneyðin er so stór sum í løtuni, so eru prísirnir høgir og góðskan ymisklig. Tað er heldur eingin varandi trygd fyri, at man sum leigari ikki stendur á gøtuni.

 

Flestu vilja helst hava egnan bústað – fyrr ella seinni. Men lívsgongdin hjá tí einstaka er so nógv broytt samanborið við fyrr, at bústaðartørvurin broytist nógv á lívsleiðini.

 

Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at kommunur og Bústaðir hava møguleika fyri at tryggja eitt útboð av bústøðum, so øll skulu hava atgongd til eitt heim, sum hóskar til teirra tørv og lívsstøðu.

 

EG VIL VIRKA FYRI:

 

- at vit fáa fleiri bíligar leigu- og lutaíbúðir, íbúðir til lesandi, til fólk við serligum tørvi, eldraíbúðir, eigaraíbúðir og sethús kring alt landið.

 

- at vit fáa eina skipan við bústaðarstuðuli til láginntøkubólkar, sum ikki eru førir fyri at rinda fulla húsaleigu í almennagagnligum leigubústøðum

 

Felagið Bústaðir skal vera eitt av høvuðsamboðunum í bústaðarpolitikkinum. Kommunur og Bústaðir skulu kunna stovna almannagagnlig bústaðafeløg, sum skulu tryggja lægri húsaleigur kring alt landið.

 

Vit mugu fáa eitt stórt og fjølbroytt útboð av bústøðum – um alt landið, so vit fáa eitt meira fjølbroytt bústaðarmynstur. Og vit eiga at hava ein skipaðan bústaðarmarknað, har fólk rinda ein rímiligan prís fyri sítt heim, sama um tey eiga ella leiga.

 

Vilt tú sum eg, so vel Javnaðarflokkin – Kim Durhuus