Ígjár vóru sjey dystir í triðja umfarinum í ensku ligasteypakappingini, nevnd Carabao Cup leiktir.
Tvey lið úr Premier League máttu lúta fyri liðum úr lægri deildum.
Exeter úr triðbestu deildini sendi Luton úr kappingini við einum 1-0 sigri á heimavølli. Demetri Mitchell skoraði sigursmálið tá 83 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Ipswich úr næstbestu deildini megnaði at senda Wolves úr steypakappingini við einum 3-2 sigri á heimavølli. Tá eitt korter var leikt var Wolves á odda 2-0, men undan steðginum megnaði Ipswich at javna til 2-2.
Írski leikarin, Jack Taylor gjørdist match-vinnari fyri Ipswich tá eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki.
Burnley og Manchester United vunnu stórsigrar. Sigrarnir munnu gagnast væl, tí liðini hava ikki verið í einari góðari gongd í seinastuni.
Her eru úrslitini:
Bradford City 0-2 Middlesbrough
Exeter 1-0 Luton
Ipswich 3-2 Wolves
Mansfield 2-2 (3-2*) Peterborough
Port Vale 2-1 Sutton
Salford 0-4 Burnley
Manchester United 3-0 Crystal Palace