Tað endaði 2-2, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi. Tá ið síðsta bríksl ljóðaði mundu tað vera heimamenninir, sum høvdu orsøk at vera nøgdari enn gestirnir. EB/Streymur legði seg beinanvegin eftir steðgin á odda 2-0, og tvey mála leiðslan helt, inntil tað restaðu tíggju minuttir.
Hetta var fyrsti dystur á nýggja graslíkinum, og fyrsti málskjúttin á nýggja undirlagnum var Búi Egilsson. Hann vann bóltin frammarlaga í høgru eftir lítið sannførandi verjuspæl. Búi rann frá verjuni og smekkaði úr spískum bóltin framvið Rasmusi Nilsson, sum í dag vardi málið hjá B68, og upp í nettakið. Búi Egilsson hevur nú skorað fýra mál í EB/Streyma búnanum.
Búi Egilsson, sum var fremsti maður hjá EB/Streymi, átti uppleggið, tá ið Boubacar Sidik Dabo beinanvegin eftir hvíldina økti um munin til 2-0. Hetta var sjeynda málið hjá fyrrverandi B68 spælaranum, sum er toppskjútti hjá EB/Streymi.
So kendist tað sum um, at EB/Streymur var á sigurskós, tí tíðin arbeiddi fyri gestirnar. Tíggju minuttir undan leikloki kveiktist spenningurin av nýggjum, tá ið B68 miðvallarin Hanus Højgaard skoraði og so var 2-1 til EB/Streym. Uppleggið átti Emanuel Mawuena Kulego, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu hjá B68. Hetta var triðja málið hjá sera eyðsýnda miðvallaranum Hanusi Højgaard í ár.
Stutt eftir 2-1 málið varð B68 undirmannað, tá ið liðformaðurin og miðverjin Aleksandur Ó. Jensen sá gula kortið fyri aðru ferð. Heimamenninir vístu tó sera góðan hugburð, og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað at javna til 2-2. Málskjútti var innskifti miðvallarin Magnus Holm Jacobsen, og uppleggið átti nýggi B68 spælarin Patrick Mensah, sum fyri stuttum flutti frá Skála og til B68. Hetta var fyrsta málið hjá Magnusi Holm Jacobsen í B68 troyggjuni.
Tá ið klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðini var tað liðformaðurin og miðverjin hjá EB/Streymi Andras Ó. Olsen, sum sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.
EB/Streymur er á sætta plássi við 22 stigum, og B68 er á sjeynda plássi við 18 stigum.
Bæði B68 og EB/Streymur eru nú í summarfrí frá landskappingini. Næsti dystur hjá B68 verður sunnudagin 3. august, tá ið NSÍ verður gestur á Svangaskarði. Næsti dystur hjá EB/Streymi verður 3. august á heimavølli ímóti KÍ.