Tað álvarsama í hesum máli er, at fólkini hava stolið 20 ferðir í Keypsamtøkuni í Hoyvík.
Tey eru kend aftur av myndum frá vakmyndatólkum, sum eisini avdúka, at tey eru komin aftur í handilin at lata vørur innaftur sum feilkeyp og harvið hava tey fingið pengar aftur fyri vørur, sum tey ongantíð hava goldið.
Løgreglan hevur 20 mál um hesi fólkini.
Talan er um eina kvinnu og ein mann. Tey eru handtikin og avhoyrd, og løreglan arbeiðir nú víðari við málinum, og fólkini eru leyslatin aftur.