Tað hendir við kunngerð, sum TAKS og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, væntar, at hetta kann gerast eitt framstig fyri øll.
– Við nýggju kunngerðini fáa flutningsfeløgini nýggjar møguleikar, TAKS fær betri tíð til eftirlitsarbeiðið – og borgarin fær pakkan skjótari heim, sigur landsstýriskvinnan.
Kunngerðin er lýst, og nýggja skipanin er nú komin í gildi.