Tríggir FM kappróðrar eru í hesi kappingini. Undan dagsins róðri var Tvørabáturin fremstur við 13 stigum, og Sjódrekin av Skála var næstfremstur við 12 stigum.
Í dag vóru tað hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um sigurin í bæði ólavsøkuróðrinum og eisini í FM kappingini.
Eina løtu var Sjódrekin fremstur, men í endaspurtinum vísti tað seg, at tær á Tvørabátinum vóru tær drúgvastu, og á málinum vóru tað ein skut undan Sjódrekanum.
##med2##