Týr á Norð Festivalin 2024

Væl eydnaði Norð Festivalurin á Viðareiði verður endurtikin í ár 31. aug. 2024.

Har eru bestu karmar og leiktjøldini framúr við Villingadalsfjalli, Oyggjarskoratindi, Malingsfjalli, Vegghamari og øll hinum eyðkendu fjøllunum, homrunum, gjáum og gilum, sum fara at spæla til fantastisku konsertina, tá Týr fer á pallin á Viðareiði.

 

Tað fer at runga millum vøkru fjøllini á Viðareiði, og tú kanst syngja við. Tú fert at ásanna orðini hjá Christian Matras - Christian á Brekkumørk: ”Einki er sum summarkvøld við strendur”.

 

Um tú stendur ovast á Villingardalsfjalli ella á fremstu røð á stóra palli til Norð Festivalin hesa løtuna, so fer Týr at fáa fjøllini at syngja ella rættari at rocka saman við stóru manfjøldini hesa stund!

 

Um tú vilt tryggja tær atgongumerki og samstundis spara pening, er at gera skjótt av.

 

Keyp tíni atgongumerki her: https://www.atgongumerki.fo/2346743/nord-festivalurin-2024

 

Tað er greitt, at TV-2, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Kim Hansen (Eyðun, Terji og Kim), Grandma’s Basement, Signar í Homrum v/ bólki og Vágaverk eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2024. Komandi tíðina verða fleiri nøvn kunngjørd.

 

Hetta á Viðareiði 31. aug. 2024, har ”Dimmið hýkur mjúkt um hellulandið”.