Stjórnin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, hevur boðið einari røð av evropeiskum leiðarum at vitja ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, hin 9. mai í ár.
Ætlanin við átakinum er at vísa diplomatiskt vald yvirfyri Russlandi - júst sama dag, sum Vladimir Putin, forseti, hevur sína stóru árligu hernaðarskrúðgongu í Moskva.
Hetta skrivar ávísin, Politico.
Tað er ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, sum hevur boðið ES-leiðarum á vitjan í Ukraina, og hetta gjørdi hann á einum fundi í Luxembourg í morgun.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, verður vertur í Kyiv hin 9. mai.
Her ætlar hann eisini at tosa við evropeisku ríkisleiðararnar um trygdarveiting til Ukraina, tá ein møgulig vánahvíld er fingið í lag millum Russland og Ukaina.
Sambært ávísini, Politico, verður USA ikki við á nevnda tiltaki í Kyiv.