Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, váttar nú, at ukrainskir hermenn eru inni í Belgorod-regiónini í Russlandi.
Hetta er fyrstu ferð, at forsetin váttar, at Ukraina hevur havt herfólk í hesum partinum av Russlandi, sum hevur mark til Ukraina.
Í einari video-røðu í kvøld til ukrainska fólkið segði Volodymyr Zelensky, at ukrainsk herfólk eru inni í russisku regiónini fyri at verja ukrainskar býir nærindis markinum.
Áður er kent, at Ukraina hevur havt herfólk langt inni í russisku Kursk-regónini, sum eisini hevur mark til Ukraina.
- Vit halda fram við okkara aktivu átøkum í marknaðøkinum hjá fíggindanum, og hetta hava vit fullan rætt til.
Volodymyr Zelenskyj sigur sambært NTB-tíðindastovuni, at kríggið, sum Russland byrjaði, má sendast aftur, haðani tað er komið.