Umhvørvisvikan 2025 byrjar við spennandi tiltøkum á Vaglinum

Leygardagin 3. mai verður Umhvørvisvikan 2025 sett í gongd við eini fjølbroyttari og áhugaverdari skrá á Vaglinum í Havn.

Setanin verður klokkan 11:00, og tað verður Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, sum setur vikuna.

 

Ókeypis tiltøk fyri alla familjuna

Beint eftir setanina verður árliga tiltakið Plantið eitt træ, har Tórshavnar kommuna letur borgarum ókeypis plantupakkar og grønmetisspírar á parkeringsøkinum við býráðssalin, og veita kunning um, hvussu ein kann gróðurseta trø. Samstundis verður ein ókeypis súkkluverkstaður á Vaglinum, har fólk kunnu fáa smærri viðlíkahald og vegleiðing til teirra súkklu. Hetta er alt liður hjálpa umhvørvinum við at minka um CO2-útlát og at stuðla burðardyggum ferðsluháttum.

Á veghæddini á Býarbókasavninum skipa tey fyri klædaumbýting. Her kunnu onnur fáa gagn av klæðunum, tú ikki brúkar longur, og samstundis kanst tú ogna tær okkurt ókeypis plagg, sum onnur hava latið til klædnaumbýtingardagin.

 

##med2##

 

Plantumarknaður og matstovur

 

Á Gongugøtuni verður eisini ein plantu- og matmarknaður, har tú kanst keypa plantur, sum eru aldar í Føroyum, og dygdargóðan mat frá staðbundnum framleiðarum. Hetta gevur fólki møguleika at stuðla burðardyggari matframleiðslu og fáa íblástur til egi urtagarðsvirksemi.

 

##med2##

 

Lættur gongutúrur fyri alla familjuna

 

Afturat tiltøkunum í miðbýnum hendan dagin, verður lættur túrur fyri alla familjuna í Velbastað, har gingið verður til Steinin á fjalli og Niðaná. Koyrt verður við býarbussinum til Velbastað og verða heintaði aftur við bussi. Túrurin er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til. Avmarkað nøgd.

 

Nógv spennandi á skrá alla vikuna!

 

Tað verða nógv fjølbroytt og spennandi tiltøk alla vikuna, frá 3. til 10. mai.

 

Eitt nú verður stórur familjudagur í Norðurlandahúsinum sunnudagin, seymiverkstova mánakvøldið á NýNý, ein áhugaverdur fyrilestur um Greenwashing við Gittemarie Johansen í Perluni týskvøldið, filmur við Filmsfelagnum mikudagin, áhugavert kvøld í Kaldbak við fyrilestrum, virðislønahandanum og tónleiki hóskvøldið og súkklurundferðir í Havn, gongutúrur í Nólsoy, veiðuferð á Býarbókasavninum, ruddingardagar og mangt annað.

 

Tiltøkini eru ókeypis, tó krevja fleiri tilmelding. Les alla skránna her: Skrá