Suðuroyartunnilin tikin av skrá í Løgtinginum

Løgtingið náddi ikki at avgreiða málið um Suðuroyartunnilin, sum tí er útsett.

Málið um projektering av Suðuroyartunlinum verður ikki endaliga avgreitt hesa vikuna sum ætlað. Løgtingið fer til hús fríggjadagin, og tá tveir dagar skulu vera í millum viðgerðirnar, so ber ikki til at avgreiða málið um projektering av Suðuroyartunlinum hesa vikuna. 

Málið er setta á skrá til tingfundin í morgin, so tá kann tað samtykkjast við aðru viðgerð. Men seinasti tingfundur er fríggjadagin.

Skal málið so endaliga avgreiðast, so verður tingið kallað saman aftur, og tað verður helst seinni í mai. Tingsetan er frá ólavsøku til ólavsøku, og fyri tað, um tingið er farið heim í summarfrí, so er einki í vegin fyri at kalla tingið samanaftur til eitt nú at avgreiða málið um projektering av Suðuroyartunlinum. Og tað verður uttan iva gjørt.

Í næstu viku eru fleiri ferðir hjá tingnevndum planlagdar, sum ger, at tingið fær ikki verið saman næstu vikurnar. Tí verður tann tingfundurin ikki fyrr enn einaferð seint í mai.

Løgmaður er framvegis ivaleysur í, at málið um projektering av Suðuroyartunlinum verður samtykt. Og tí hevur hann helst rætt í, tí tingfólk úr øllum flokkum taka undir við uppskotinum. Tað kann væl verða, at nøkur einstøk tingfólk fara at atkvøða ímóti, men neyvan so nógv, at málið kemur í vanda.