Tað er Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, sum hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Tingkvinnan spyr soleiðis:
1) Hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt um árið innan økið hjá landsstýrismanninum?
Metir landsstýrismaðurin, at tað er nóg mikið?
2) Hvør týðir tilfar til føroyskt, og hvat slag av tilfari týða tey?
3) Hvussu nógv fíggjarorka verður tilsamans nýtt til at fáa til vegar týtt tilfar árliga á økinum hjá landsstýrismanninum?
4) Verður arbeitt við at menna eina útbúgving í týðing á Fróðskaparsetri Føroya?
Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at seinastu fimm árini hevur Nám givið út umleið 20 bøkur árliga, harav umleið helvtin eru týðingar.
– Harnæst gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags umleið 65-70 týddar bøkur út um árið, sigur hann.
Til 2: Tað eru í høvuðsheitum lærarar, sum týða, bæði hjá NÁMI og hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Talan er um bæði undirvísingartilfar og barnabókmentir.
Til 3: Í 2024 brúkti Bókadeild Føroya Lærarafelags 406.700 kr. upp á at keypa rættindi og prentfílur, umframt 363.145 kr. til týðarasamsýning.
Tað fyriliggur ikki nakað neyvt tal yvir, hvussu nógv NÁM hevur brúkt í sambandi við at týða bøkur, hetta tí at týðing ikki er endamál í sær sjálvum hjá Námi, sum ger mest upprunatilfar.
Til 4: Á Fróðskaparsetri Føroya kann ein taka skeið í týðing. Talan er her um eitt skeið á 10 ECTS, sum verður boðið út regluliga á útbúgvingini í føroyskum, bæði á bachelor- og á masterstigi, og á útbúgvingini í ritlist, sum er á bachelorstigi.
Skeiðið verður eisini boðið út sum stakskeið.
Útyvir hetta, verður ikki arbeitt við at menna nakra útbúgving innan týðing, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.