Í løtuni fiska trý partrolarapør upsa og annan hvítfisk, og tvey partrolarapør fiska gulllaks.
- Fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Flestu partrolarapør koma inn at landa í vikuni sum kemur.
Av djúpvatnstrolarunum fiska tveir svartkalva, harav annar eisini hevur fiskað á Íslandsrygginum.
- Ein frystitrolari fiskar undir Føroyum, og ein fiskar í Eysturgrønlandi. Báðir fiska svartkalva.
Tveir av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap í løtuni.
- Ein er norðan fyri og fær mest av toski, hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini og fær mest av flatfiski og toski.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.