Úrslitið hjá Vónini var 47 milliónir krónur

Vónin samtakið er í vøkstri. Í 2023 hevði samtakið eina søluframgongd á 34 mió., frá 603 mió. kr. í 2022 til 637 mió. kr. í 2023.

 

Tíðindaskriv:

 

Vøksturin kemst av øktari sølu til marknaðir uttan fyri Føroyar. Hóast samtakið upplivdi ein vøkstur í søluni, fall úrslitið hjá samtakinum frá 52 mió. kr. í 2022 til 47 mió. kr. í 2023. Høvuðsorsøkirnar til broytingina vóru øktar lønarútreiðslur, umframt hægri avskrivingar og øktar rentuútreiðslur vegna íløgur í bygningar og rakstrartól.

Søluframgongdin hjá samtakinum kemst av øktari sølu til marknaðir uttan fyri Føroyar. Sølan til alivinnuna er vaksin síðstu árini, har hon er vorðin meira enn ein triðingur av samlaðu søluni hjá samtakinum.

Í Føroyum hevur Vónin bygt eitt nýmótans barki- og turkihús í 2023, sum nú er tikið í nýtslu við Norðskála. Harvið hevur Vónin helst ta mest framkomnu tænastustøðina í heiminum til alivinnuna. Umframt hesa tænastustøð hevur norska felagið Vónin Refa eina líknandi tænastustøð í norður Noregi.

Í tráð við ætlanirnar hjá samtakinum, um at styrkja marknaðarstøðuna enn meira í Skotlandi, hevur Vónin ognað sær eitt felag í Skotlandi, áður nevnt Mørenot Scotland, nú Vónin Scotland. Felagið veitir tænastu til alivinnuna og hevur tvær støðir, ávikavist í Scalpay á Hebridunum og í Scalloway í Hetlandi. Í felagnum starvast 27 fólk. Harumframt er byggingin av einari nýmótans tænastustøð í Kyleakin á Isle of Skye byrjað, og verður hon eftir ætlan tikin í nýtslu komandi ár.

Á Vónini verður nógv orka brúkt upp á menning og nýhugsan. Síðstu árini hevur m.a. verið arbeitt við at menna nýmótans trollemmar, sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipinum. Úrslitið av menningini er, at Vónin nú kann bjóða sínum kundum í uppsjóvarflotanum trollemmar við stýring.

 

##med2##

Umhvørvið hevur høga raðfesting hjá Vónini. Í samtakinum hava feløgini arbeitt miðvíst at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni fyri at fyribyrgja, at tað fer til tyrving ella brenning. Síðstu tvey árini hevur samtakið sent 1.633 tons av nylon tilfari, 485 tons av plastik tilfari og 139 tons av stáli til endurvinning. Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið, m.a. í 2023 vóru sólpanel uppsett á 10.000 fermetra stóru framleiðsluhøllini í Litava, sum ger at høllin í dag er sjálvbjargin, tá tað kemur til ravmagn.

Fyri 2023 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 454. Harav starvast 103 av teimum í Føroyum.

Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.

##med3##

Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Norra og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppsjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. Í samtakinum eru 22 deildir staðsettar runt norðuratlantshavið.

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semi-pelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr.

Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr.