Útlánini hjá bankunum økt við einari milliard

Føroysku bankarnir høvdu útlán fyri 17,7 mia. kr. í mars 2023, samanborið við 16,7 mia. kr. í mars 2022. Tey eru tí økt við 1. mia. kr. í hesum tíðarskeiði. Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum var 5,5% í mars 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri.

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er øktur støðugt síðani august 2022, sí mynd 1. Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar eru hinvegin minkaði við góðum 100 mió. kr. hetta seinasta árið; í mars 2022 vóru tey 3,9 mia. kr. tilsamans og í mars 2023 vóru tey 3,8 mia. kr. Meginparturin av útlánunum hjá donsku realkredittstovnunum er til sethúsafígging til føroysk húsarhald.

 

Danskir peningastovnar læna eisini út til føroyingar, og tað er í størstan mun privata vinnulívið, ið lænt verður til, og síðani ein minni upphædd til føroysk húsarhald. Útlán frá donskum peningastovnum til føroyskar kundar eru lækkaði við nærum 350 mió. kr. síðani mars 2022; tey vóru 465 mió. kr. í mars 2023 (ikki víst í mynd 1).   

 

Tilsamans eru útlánini til føroyingar sostatt netto økt við 550 mió. kr. frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum tilsamans í tíðarskeiðinum mars 2022 til mars 2023. Útlánini vóru nærum 22 mia. kr. tilsamans í mars 2023 og útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovunum tilsamans var 2,6% í mars 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri. 

 

Mynd 1 Útlánsvøksturin øktur hjá føroysku bankunum

 

##med2##

 

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2023 her.