Tá løgmansembætið í Føroyum varð niðurlagt í 1816, sat Jørgen Frants Hammershaimb í hesum starvi við bústaði á Steig í Sandavági. Hann hevði lyfti um at sleppa at búgva á garðinum til sín doyggjandi dag, og her varð Vencelaus Ulricus Hammershaimb borin í heim í 1819.
Vencil var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1820, og so mátti mamman flyta við soninum og eini dóttur, sum hjúnini eisini áttu.
##med2##
Í 1822 fluttu tey av Steigini til Havnar, har tey fingu innivist hjá ommuni í móðirætt í Nýggjustovu. Drongurin lærdi at lesa hjá abba sínum hinumegin Gongina, V. U. Hammershaimb eldra, sum var fúti, og at skriva hjá Jens Davidson, skrivara á amtsskrivstovuni.
Í 1831 fór V. U. Hammers haimb til Danmarkar at fáa sær útbúgving; hann tók studentsprógv í 1839 og skrivaði seg so inn á Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, har hann fór undir at lesa gudfrøði.
Frá 1800 og úteftir var romantikkurin galdandi mentanarrørslan. Fyri tey, sum vóru hugtikin av hesum, var móðurmálið at kalla heilagt. Fornari tað var, hægri varð tað mett.
Í slíkum mentanarumhvørvi kom V. U. Hammershaimb at sita lestrarár síni. Hann las gudfrøði, men áhugin fyri forna norrøna málinum var stórur. Hann var nógv saman við íslendskum studentum, sum lósu í Keypmannahavn, og viðgitni danski forminnisgranskarin Svend Grundtvig gjørdist vinmaður hansara. Tað er einki at ivast í, at øll hesi viðurskifti fingu hann at seta sær fyri at gera okkurt munagott føroyskum máli og bókmentum at frama.
Í 1847 tók hann gudfrøðisprógv, men ikki fyrr enn í 1855 fekk hann prestastarv heima í Føroyum. Hann varð tá settur í prestaembætið í Norðstreymoy við sæti á Kirkjuteigi í Kvívík. Sjey ár seinni – í 1862 varð hann settur í próstaembætið og flutti tá inn á Nes at búgva.
Hann sat í hesum starvi til 1878, tá hann aftur flutti úr Føroyum niður til Danmarkar, har hann varð settur í starv í Lyderslev. Hetta starvið hevði hann í 20 ár, og eftir hann legði tað frá sær, flutti hann til Keypmannahavnar, har hann doyði í 1909.
Steðgaði á at skriva
Tá Hammershaimb í 1855 gjørdist sóknarprestur í Føroyum, kundu vit væntað, at nú fór hann at sita so væl fyri, at hann kundi lata nógv skrivligt tilfar úr hondum. Men hann var so ovbyrjaður av prestastarvinum, at lítið kom burtur úr bókmenta virki. Ikki fyrr enn í 1884 kom skrivligt verk aftur á prenti frá hansara hond. Hetta var týðingin av »Føroyingasøgu«, sum nú kom við teirri rættskriving, hon hevur havt í útgávum síðani.
Og so koma vit til høvuðsverk hansara. Tað var »Samfund til udgivelse af gammel nordisk litteratur«, sum heitti á Hammershaimb at skipa fyri útgávu av einum savni av føroyskum bókmentum.
Úrslitið var »Færøsk Anthologi I og II«, sum arbeitt varð við í árunum 1886 1891. Hammershaimb fekk góða hjálp í arbeiði sínum; eitt var tað, at hollir vinmenn í Danmark stuðlaðu og sýndu áhuga, men størsta týdning hevði tað, at hann fekk køna hjálp frá landsmanni sínum Jakob Jakobsen (1864 – 1918), sum um hetta mundið las við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Jakob Jakobsen evnaði til alt seinna bind (orðasavnið), greiddi frá bygdamálum og hjálpti til at skipa mállæruna um.
Tíðin millum 1800 og 1900 var stór broytingartíð í Føroyum á at kalla øllum økjum. Politiskt henda stórhendingar um miðja øld, vit fingu vinnuligan framburð við øktum fólkatali og broyttari samfelagsskipan í kjalarvørrinum, og á mentanarøkinum fóru eisini kollveltandi broytingar fram. Vit fingu skipaðan fólkaskúla settan á stovn, og skriftmálið kemur í fasta legu. Alt er sostatt búgvið til ta stóru tjóðskaparvekingina seinasta 25ára skeiðið av øldini.
kelda: snar.fo