Vælferðarhetjurnar!

Vit runnu um kapp við lovorðum um okkara ‘samfelagshetjur’, ið klóraðu á koronabasillunum – við orðum sum rættvísari løn, betri arbeiðstreytir vm.


Í reinum andiligum kærleika, umsorgan, røkt, hjálp og nærveru til tey sjúku, ung sum eldri, hildu tey samfelagnum koyrandi.

 

 

 

Men ups! Nú er vanligur gerandisdagur aftur og tey glíða aftur í gloymskuna!

 

 

 

Allar kanningar vísar á, at skiftisvaktarstørv eru munandi meiri slítandi, bæði kropsliga og sálarliga, í mun til onnur arbeiði í vanligum arbeiðstíðum.

 

 

 

Eitt heilsurøktar- ella hjálparfólk, ein sjúkrarøktarfrøðingur og øll hini innan røktaryrkið, ið arbeiða í skiftisvaktum, hava trupult við at arbeiða fulla tíð – tí tað er nærum ógjørligt at arbeiða fulla arbeiðstíð.

 

 

 

Men mong eru tvungin út í hesa arbeiðsskipan - í lækkaðum brøki og lægri løn, tí kroppur og sálarheilsan ikki røkka til fullan brøk.

 

 

 

Tað eru hesi, ið vit øll somul koma undir hond hjá, tá ið sjúkan rakar, elli ber á ella á annan hátt; sum ein navnframur klaksvíksjingur tók til – “Hava vit lív og heilsuna, so fara vit øll sama veg!”.

 

 

 

Tá er ynski hjá okkum øllum, at tey ið taka ímóti okkara kæru, okkum sjálvum, ein og hvørjum einstaklingi, at tey eru væluppløgd, klár og hava sálarligt yvirskot at veita okkum og okkara kæru ta hjálp, ið okkum tá tørvar.

 

 

 

Smá fet rætta vegin, telja nógv í røktini, og nógv góð smá stig rætta vegin, kunnu verða við til at gera gerandisdagin hjá teimum veiku, sjúku ella eldri - betri!

 

 

 

Smá fet rætta vegin, telja eisini nógv hjá hesum samfelagshetjum. Vit koma øll at nýta gott av teirra kerligu, vælgivnu og professjonellu hond einaferð, og tí eiga vit sum samfelag at vísa teimum ta virðing teimum er uppiborið.

 

 

 

Eg fari at gera mítt fyri, at arbeiðsvikan hjá heilsu- og røktarfólkunum vm. verður stytt og at hesi eisini fáa eitt lønarlyft.

 

Anfinn í Toft

 

Vel meg á lista E!