Vænta lítlan útróður í næstu viku

Í løtuni eru fleiri frystilínuskip til fiskiskap, men øll ísfiskalínuskipini liggja

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipini liggja, men fleiri frystilínuskip eru til fiskiskap.

 

- Trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og seks frystilínuskip fiska á landgrunninum.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at hvørki streymur ella veður verða av tí besta.

 

- Tí vænta vit ikki nógvan útróður í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.