Seinasta fríggjadag legði norsk/ russiski granskarabólkurin fram støðuna og kvotutilmælini fyri tosk, hýsu, kongafisk og svartkalva í Barentshavinum.
Tilmælini fyri tosk eru, at her kunnu veiðast 311.587 tons næsta ár, sum er heili 31 prosent minni enn tilmælta veiðan í ár.
Tað var granskarin, Bjarte Bogstad, sum starvast við norska Havgranskingarstovnin, ið legið fram úrslitini og tilmælið.
Sambært www.kystmagasinet.no staðfesti granskarin, at kvoturáðini ikki eru serliga bjørt fyri fiskivinnuna.
Hann vísti á, at um myndugleikarnir velja at fylgja fiskifrøðiligu tilmælunum, verða veiðitølini fyri 2025, tá øll fiskasløgini eru tikin við, helst tey vánaligastu síðan 1991.
- Kvotutilmælini fyri tosk í Barentshavinum eru nevniliga tey lægstu síðan 2003, sigur granskarin.
Kvotutilmælini fyri hýsu eru 106.912 tons fyri 2025, og tað er 24 prosent minni enn kvotan í ár og 16 prosent minni enn í fjør.
Tá ræður um svartkalva, er tilmælið 12.431 tons fyri 2025, sum er 42 prosent minni enn kvotan í ár.
##med2##
Granskarin, Bjarte Bogstad, sigur, at gýtingarstovnurin av toski í Barentshavinum hevur verið í minking á hvørjum ári, síðan hann var søguliga stórur í 2013.
- Tilgongdin av toski hevur verið undir miðal síðan 2014, og her hava verið fleiri vánaligir árgangir árini síðan, sigur hann.
Her er leinkja til greinina í Kystmagasinet um nýggjastu kvotutilmælini í Barentshavinum - https://www.kystmagasinet.no/laveste-kvoterad-for-torsk-siden-2003/1786129