Trump-viðhaldsfólk brustu saman við løgreglu og trygdarfólk í Capitol-bygninginum í Washington, D.C., tann 6. januar 2021. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

Væntandi verður valsigurin hjá Trump samtyktur uttan trupulleikar

Á fýra ára degnum fyri álopið á Kongressini skal sigurin hjá Donald Trump á forsetavalinum formliga góðkennast.

Trump-viðhaldsfólk brustu saman við løgreglu og trygdarfólk í Capitol-bygninginum í Washington, D.C., tann 6. januar 2021. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

Tá amerikanska kongressin í dag góðkennir valsigurin hjá komandi forsetanum, Donald Trump, fer tað væntandi fram á ein heilt annan hátt enn seinast.

Tað skrivar The Washington Post.

Faktiskt verður dagurin sambært blaðnum helst næstan hendingarleysur, í mun til tá núverandi forsetin, Joe Biden, skuldi góðkennast av kongressini fyri einum heilum forsetaskeiði síðani.

Tað var 6. januar 2021, at Trump-viðhaldsfólk trokaðu inn í amerikanska Capitol-bygningin í Washington, D.C.

Hetta gjørdu tey sum mótmæli móti, at valsigurin hjá Joe Biden skuldi formaliserast sama dag undir eini uppteljing av valatkvøðum í kongressini. Donald Trump helt, at talan hevði verið um valsvik.

Eftir eina mótmælisgongu uttan fyri Hvítu Húsini lupu viðhaldsfólkini hjá Trump á Capitol-bygningin. Nógv fólk lupu á bæði løgreglu og trygdarfólk og gjørdu herverk á bygningin í fleiri tímar.

Tað noyddi kongressina at útseta góðkenningina av Joe Biden til morgunin eftir.

Fleiri enn 1.500 eru ákærd fyri at hava luttikið í álopinum á kongressina, og næstan 1.000 hava játtað seg sekan. Trump segði seinni, at hann fór at náða teimum, sum vóru við.

Fimm fólk doyðu antin stutt áðrenn, undir ella eftir hendingina, og 138 løgreglufólk fingu skaða í álopinum.

Í gjár fingu tíðindafólk fatur á Biden uttan fyri Hvítu Húsini, har hann viðmerkti ársdagin.

- Eg haldi ikki, at vit skulu lata sum um, at tað ikki hendi. Eg haldi, at tað, hann gjørdi, var ein ektað hóttan móti fólkaræðinum. Men eg vóni, at vit eru komin víðari frá tí.

- Eg haldi ikki, at tað tað umskrivast, og eg haldi ikki, at tað skal gloymast, segði hann.

Forsetin greiddi ikki nærri frá, hvat hann meinti við at siga, at tiltakið ikki skuldi "umskrivast".

Hann legði eisini dent á sítt fokus á at tryggja eitt "smidligt skifti".

- Vit mugu venda aftur til eina einfalda og vanliga valdsflyting, segði hann.

Ólíkt valinum í 2020 viðurkendi Biden skjótt valsigurin hjá Trump og bjóðaði honum til samrøðu í Hvítu Húsunum sum prógv um hansara skyldu til eina friðarliga valdsflyting.

 

Ritzau/AFP

 

Trump-viðhaldsfólk brustu saman við løgreglu og trygdarfólk í Capitol-bygninginum í Washington, D.C., tann 6. januar 2021. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix