Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof liva framvegis í vónini um at teir kunnu vinna seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum.
Í kvøld vann Sävehof á útivølli 33-30 á franska liðnum, Fenix Toulouse. Toulouse var á odda 15-13 í steðginum.
Óli gjørdist toppkjútti hjá Sävehof við átta málum. Ísak skoraði eisini eitt mál fyri Sävehof.
Sävehof hevur fýra stig fyri fimm dystir.
Í bólki H er Gummersbach fremst við átta stigum. Toulouse er nummar tvey við seks stigum, og Sävehof er nummar trý við fýra stigum. Komandi hóskvøld tekur Sävehof móti Gummersbach á heimavølli.
Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali mistu sigurin úr hondum í allarseinasta sekundinum, tá teir møttu Vardar Skopje á heimavølli. Dysturin endaði við javnleiki 34-34. Í steðginum var Valur á odda 18-17.
Marko Srdanovic javnaði fyri Vardar upp á eitt brotskast, ið var tikið í allarseinasta sekundinum.
Valur er aftast í bólki F við tveimum stigum. Melsungen er fremst við 10 stigum. Porto er nummar tvey við fimm stigum, og Vardar er nummar trý við trimum stigum.
THW Kiel uttan nakran leiklut til Elias Ellefsen á Skipagøtu vann á útivølli 33-30 (19-15) á spanska liðnum, Torrelavega.
Kiel er fremst í bólki E við 10 stigum. Vojvodina hevur átta stig, og Torrelavega og Nexe hava eitt stig hvør.
Flensburg-Handewitt vann á útivølli uttan nakran leiklut til Jóhan á Plógv Hansen 32-28 (15-14) á kroatiska liðnum, Sesvete.
Flensburg er fremst í bólki G við 10 stigum. Nummar tvey er Tatabanya við fimm stigum, Karvina er nummar trý við trimum stigum. Aftast er Sesvete við tveimum stigum.