Valur vann oddauppgerð

Valur hevur tryggjað sær pláss í meistaraskapshálvfinalunum

Føroyski málverjin, Silja A. Müller og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld oddauppgerð í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í høllini á Hlíðarenda eydnaðist tað Vali at vinna rættiliga greitt 29-23 á Haukum. Heimaliðið var frammanfyri við seks málum í steðginum, 15-9, og eydnaðist tað at halda munin í seinna hálvleiki.

 

Silja var noterað fyri tríggjar bjargingar. Kappingarneytin, íslendski landsliðsmálverjin, Haf­dís Renötu­dótt­ir hevði 10 bjargingar.

 

Valur er fremst í deildini við 34 stigum, og verður í ringasta føri næstfremst aftaná lokið grundspæl. Tað merkir, at liðið hevur vunnið seg beinleiðis í meistaraskapshálvfinalurnar. Liðini sum enda millum nummar trý og seks skulu spæla fjórðingsfinalur.

 

Hóskvøldið 27. mars spælir Valur dyst á útivølli móti botnliðnum, Gróttu. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Valur191702588:44014834
2Fram181422494:4217330
3Haukar191405531:4468528
4ÍR18639424:431-715
5Selfoss18549411:452-4114
6Stjarnan185013409:499-9010
7ÍBV183312400:466-669
8Grótta182214406:508-1026