Vandi fyri at fleiri fyritøkur fara á heysin

Tær hava ikki fingið nóg góða hjálp frá landsstýrinum í sambandi við koronu, heldur løgtingsmaður

Nú er vandi fyri, at fleiri smáar fyritøkur kring landið fara á heysin. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Og hann sigur, at orsøkin til tað er, at tær hava ikki fingið neyðugu hjálpina frá landsstýrinum í sambandi við koronu.

Tí hevur hann nú spurt Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, um hann heldur, at íverksetarar og smærri vinnurekandi hava fingið nóg góðan stuðul til at klára seg ígjøgnum koronutíðina, ella um ætlanin er um at endurskoða hjálparpakkan, so at stuðulin fer at hækka.

Aksel V. Johannesensigur, at hjálparpakki tvey var ein stuðul til fyritøkur, sum - eftir tilmæli frá landsstýrinum  - avmarkaðu virksemi, ella løgdu heilt stilt í fleiri mánaðir.

Stuðulin var húsaleigu, rentur, trygging, hita, og aðrar fastar útreiðslur, sum kundu skjalprógvast. Men fleiri fyritøkur hava sannað, at teirra virksemi var ikki fevnt av stuðlinum og orsøkin til tað er, at talan var ikki um vanligar fyritøkur við jøvnum, føstum útreiðslum.

Sum dømi kunnu nevnast ferðavinnufyritøkur, har rakstrarútreiðslurnar sveiggja nógv gjøgnum árið, og har marknaðarføring áðrenn háárstíð er ein stórur og neyðugur partur av virkseminum.

Eftir hjálparpakkanum er marknaðarføring ikki ein góðkend rakstrarútreiðsla, sum stuðul skuldi latast fyri, sigur Aksel V. Johannesen.

– Fleiri av hesum fyritøkunum heftu sostatt fyri útreiðslur, sum vóru avtalaðar áðrenn korona fór at gera um seg, og sum tær tískil ikki sluppu undan at rinda, sigur hann.

Hann sigur, at hetta hevur sett nógvar íverksetarar, og smærri fyritøkur, í eina svára støðu. Tí er spurningurin, um hjálparpakki tvey tænir endamálinum til fulnar, ella um umsitingin av teimum er grundað á eina avmarkandi fatan av hugtakinum rakstrarútreiðslur.

Aksel V. Johannesen sigur, at hjá summum fyritøkum hjálpti tað væl, at mvg fyri tann fyrsta ársfjórðingin varð útsett. Men í oktobur mánaði, tá stuðulin varð gjørdur upp, fingu fleiri fyritøkur stórar rokningar frá TAKS, tí stuðulin ikki varð góðtikin, og hartil fingu tær sera stutta freist til at rinda bæði stuðul og mvg aftur.

– Hetta var í sama ári, sum virksemið steðgaði, og meðan koronusmittan framvegis gjørdi um seg og forðaði virkseminum, leggur hann afturat.

Tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin vísir á, at hesi seinastu árini hava nógvar smáar fyritøkur sæð dagsins ljós og síðan 2017 eru fleiri hundrað nýggj íverksetarafeløg sett á stovn.

– Við hesum er komið eitt størri fjølbroytni í vinnulívið og virðini eru spjadd á fleiri hondum. Men nógvar av hesum smáu og nýstovnaðu fyritøkunum eru sera merktar av koronu og tí er vandi fyri, at tær fara av knóranum, sigur Aksel V. Johannesen.