Vanlukkan flutti seg frá søgn til søgu

Í august 2010 bleiv minnisvarði avdúkaður í Søltuvík. Minnisvarðin er yvir teir sum vóru umborð á bretska farmaskipinum Principia, som kom í ódnarveður og fór á land á Stóraboða í Søltuvík í 1895

Páll á Reynatúgvu var borgarstjóri í Sands kommunu, tá tankar vóru í bygdarráðnum um at arbeiða við at fáa lív í søguna um Principia, sum mest var kend sum søgn, heldur enn sum ein søgulig hending.

 

– Vit vóru bangin fyri, at hend an sermerkta søgan fór at doyggja út.

 

Um somu tíð kom ein óvæntað áheitan frá Froskmannafelagnum í Havn. Kavarar høvdu javnan verið á Principiu og fortalt um tað, sum teir sóu har niðri, og nú vildu teir gera eina roynd at bjarga akkerunum upp.

 

Hetta var eitt stórt arbeiði, tí akkerini vóru stór og vigaðu um 5 tons. Neyðugt var at leita sær hjálp hjá fornfrøðingum, akkerini høvdu ligið saltsprongd í yvir 100 ár, og tí var vandi fyri at tey sprongdust tá tey komu upp og blivu iltað.

 

– Vit fingu eina uppskrift frá fornfrøðingunum sum vit fylgdu.  Kavararnir fingu akkerini upp, og tey lógu undir brúnni, í ánni á Sandi í tvey ár, tá var tað mesta av saltinum útvatnað. Vit fingu akkerini til Søltuvíkar, og kommunustýrið var beinanvegin sinnað at gera tað til eina minnislund.

 

Tórshavnar Froskmannafelag gjørdi eitt stórt arbeiði, og størsti parturin var sjálvboðið. Nakað bleiv kjakast um annað akkerið skuldi fara til Havnar, men tá samanum kom, samdist man um at tað var best at akkerini komu til heiður og æru, har sum tey áttu at vera.

 

 Søgan um Principia er sermerkt. Skipið varð bygt í 1881, tað var 96 metrar langt, og vigaði 3000 tons. Hetta var eitt stórt skip í síni sam tíð. Í 1895 fór Principia úr Dundee í Skotlandi á veg til Amerika. Skipið kom í ódnarveður og roynt var at venda aftur til Skotlands. Møguliga høvdu teir longu tá fingið trupulleikar við maskinuni. Spreingingar vóru umborð á Principiu, og í staðin fyri at raka Skotland, raktu teir á Føroyar. Søgnin sigur, at av Skarvanesi, sum er í ein beinan eystan úr Søltuvík, sóu fólk eitt stórt logandi far fara Vestureftir. Hetta passar eisini til sjóvarfallið sum var.

 

Tá minnisvarðin varð avdúkaður, greiddi Laura Joensen frá ættfedrum hjá sær, sum høvdu sæð skipið koma logandi norð við Sandoynna av Skarvanesi. Hendingin er fyrstu ferð lýst í Føroyingatíðindi sama ár. Tað er eftir frásøgn frá tí einasta sum yvirlivdi vanlukkuna, hetta var ein týskari, sum helt seg fastan í eini lastalúku. Mett verður at hann hevur hildið sær í lastalúkuni í einar 30 tímar. Maðurin endaði sunnanfyri har Gamlarætt er í dag. Kirkjubømenn funnu mannin, sum var illa av holdum komin. Søgan sigur, at bóndin í Kirkjubø fór í song við manninum, fyri at fáa hita í hann aftur. Maðurin vitjaði nakrarferð aftur í Kirkjubø at takka fyri. 29 mans vóru við Principiu, og bara maðurin á lasta lúkuni yvirlivdi.

 

Sands kommuna bílegði Steinin frá Grótvirkinum. Ovast á steininum er ein skapilón av Principiu, sum Grótvirkið fekk frá tryggingarfelagnum í London, sum tryggjaði skipið.

 

– Eg gjørdi sjálvur av, hvussu akkerini skuldu liggja, tey blivu smurd við serligari máling soleiðis at tey vóru púra svørt. Nú er rusturin komin fram aftur, men tað gevur akkerunum ein serligan dám.

 

Páll á Reynatúgvu heldur, at tað hevur eydnast at gera søguna um Principiu kenda sum eina søguliga hending, heldur enn sum søgn, tí í dag er søgan vorðin meira ítøkilig.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Hetta er ein skapilón av Principiu, sum Grótvirkið fekk frá tryggingarfelagnum í London, sum tryggjaði skipið