Tað er metingin hjá Center for Cyber Security, sum fyri fyrstu ferð hevur gjørt eina almenna meting av nethóttanini móti danska vatnøkinum.
Depilin avdúkar eisini eitt ítøkiligt dømi um, hvussu net-álop longu eru ein beinleiðis hóttan og kunnu ávirka vatnøkið.
Í desember 2024 framdu russiskt sinnaðir teldusníkar eitt álop á eitt lítið vatnverk, og lokalir borgarar vóru uttan rennandi vatn í fleiri tímar, upplýsir Center for Cybersecurity.
Umleið 50 húsarhald vóru rakt.
Tað eru sonevnd ransomware álop, sum eru størsta hóttanin móti rakstrarvirkseminum á vatnøkinum.
/Ritzau/