Veddingarfyritøkurnar hava Norðurmakedonia sum favoritt

Klokkan 17 mánadagin spælir føroyska A-landsliðið venjingardyst móti Norðurmakedonia í Skopje

Klokkan 17 í morgin tekur Norðurmakedonia móti Føroyum í Skopje í einum venjingarlandsdysti.

 

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson hevur boðað frá, at fleiri nýggir leikarar fáa møguleikan at í morgin, og hann hevur ætlanir um, at allir útileikararnir í hópinum skulu hava spælitíð hesaferð.

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Upptaktin á FM1 byrjar klokkan 16.15. Í sendingini 10´arin millum klokkan 10 og 12 verður dysturin eisini til umrøðu. 

 

12 altjóða veddingarfyritøkur hava Norðurmakedonia sum favoritt til at vinna dystin.

 

Oddsini upp á norðurmakedonskan sigur liggja millum 1,50 og 1,60.

 

Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 5,70 og 7,00.

 

Oddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt føroyskt úrslit hesaferð liggja millum 3,60 og 4,05. 

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##