Veddingarfyritøkurnar hella til ein B68-sigur á Eiði

Her eru oddsini upp á dystin EB/Streymur-B68, ið byrjar í Hólmanum á Eiði klokkan 17

Klokkan 17 byrjar dysturin millum EB/Streym og B68 í Hólmanum á Eiði.

 

B68 er nummar seks í Betrideildini við 11 stigum, og EB/Streymur er nummar sjey við 10 stigum.

 

Tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan dyst, og tað verður tað eisini sambært 14 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Tær 14 veddingarfyritøkurnar hava ikki nakran greiðan favoritt, men tær hella til ein útisigur til B68.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 2,05 og 2,10.

 

Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 3,00 og 3,16.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##