Ógvusligir skógareldar hava herjað Kanada í longri tíð, og hetta hevur elvt til, at royktám hongur yvir landnyrðingspartinum av Kanada og USA.
Eitt nú í amerikanska stórbýnum, New York, merkja tey nógv til roykin frá skógareldum í Kanada, og roykur hevur ligið yvir býnum í fleiri dagar.
Sambært Washington Post er væntandi, at royktám fer at liggja yvir New York í fleiri dagar aftrat, og heitt hevur verið á fólk um at halda seg innandura.
Í morgun skriva norskir miðlar, at roykbitlar úr Kanada eisini eru staðfestir á norska Suðurlandinum, og her halda tey, at roykur eisini fer at kunna luktast.
Men, hvussu er so vorðið í Føroyum, og kunnu roykbitlar frá herviligu skógareldunum í Kanada staðfestast í Føroyum - ella kann nakað síggjast?
Á Veðurstovu Føroya sigur Bárður Niclasen, leiðari, at veðurstøðin eingi tól hevur, sum kunnu staðfesta royk ella møguligar roykbitlar í luftini.
Hann vísir til Umhvørvisstovuna, sum hann sigur hevur onkur tól, ið kunnu máta luftdálking.
- Men, við eygunum havi eg ikki lagt til merkis, at møguligur roykur er komin yvir okkum úr Kanada, og eg havi heldur ikki staðfest nakran royklukt haðani.
##med2##
Hanus Kjølbro, veðurmaður, vísir á, at tað kann vera trupult neyvt at siga, hvør ætt møguliga kundi rikið royk úr Kanada og inn yvir Føroyar.
- Tað er eitt sindur tekniskt við ættini. Eitt er, hvør ættin er her niðri á landjørðini. Annað er, hvør ættin er, tá vit kanska koma upp í 2000 metra hædd.
Veðurmaðurin sigur, at alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru, kann ættin uppi í hæddini saktans vera ein onnur enn niðri á landjørðini.
In.fo fer at spyrja Umhvørvisstovuna, um tey tól, tey hava, møguliga kunnu hava staðfest royk ella roykbitlar úr Kanada.
##med3##