Vegurin til Suðuroyar

Nú hava allir flokkar á tingi gjørt semju um at gera tað koyrandi millum Suðuroynna og tær flestu av hinum oyggjunum.

Hetta er eitt megnarstig fyri okkum øll. Teinurin úr Tórshavn til Tvøroyri verður nakað sum millum Havnina og Vestmanna, og tað er ikki nakað at himprast fyri. Spurningurin er bara hvussu hetta skal gerast og fíggjast.

 

Talan er um eina stóra verkætlan, og tá er vanligt fyrst at hava eina hugskotskapping fyri at finna bestu loysnina. Hendan tekur umleið eitt ár, men so mikið síggja okkara stjórnmálamenn, at hetta er lítið í eini verkætlan sum tekur millum tíggju og fimtan ár at gera. Tann sum vinnur kappingina fær virðisløn og miklan heiður, og einki er at ivast í at tey verða mong um allan heim sum fara ar kýta seg fyri at gera best møguliga uppskotið. Tey skulu leggjast fram til alment orðaskifti fyri at trygd fæst fyri at tað veruliga er besta uppskotið sum vinnur. Síðan skulu royndarboringar gerast og arbeiðstekningar fyri at fáa prísin at vita. Einki er at ivast í, at áhugin fer at vera ovurstórur fyri at sleppa framat.

 

Tá vita vit hvat kostnaðurin er, og skulu gera av um vit kunnu fíggja verkætlanina og seta arbeiðið í gongd.

 

Siga vit at tað tekur tíggju ár at gera sjálvt arbeiðið skulu vit gjalda ein tíggjundapart um árið. At fáa sær útlendska fígging er vágið, so snøggast er at vit áleggja eitt nýtslugjald á alla ferðslu eins og tunnilsfelagið hevur prógvað til fulnar at tað ber til. 

 

At leggja eitt slíkt gjald bara á tey, sum skulu koyra til Suðuroyar, er ikki skilagott, tí tað hevði fingið mong at aftrast fyri at nýta hesa farleið og harvið minkað um tað gagnið sum vit øll kundu fingið burturúr.

 

Hygginiráðini eru helst at nýta sama fíggingarleist sum Tórshavnar havn hevur. Øll skip sum nýta havnina skulu gjalda nýtslugjald, og tað hevur fíggjað tær millónir sum útbyggingarnar kosta. Tá politiska skipan okkara hevur sett sær fyri at gera koyriveg til Suðuroyar er einki at ivast í at teir eisini vilja fáa eina gjaldsskipan í lag so øll ferðsla í øllum Føroyum ber sín lutfalsliga part av kostnaðinum av vega- og havnakervinum. Møguleikarnir eru mangir. Ein er at siga at bilar gjalda minni tá teir koyra á nátt og á strekkjum har lítil ferðsla er. Tá hevði eisini borið til at tikið eitt eyka høgt gjald um talan í nøkur ár var um eina óvanliga stóra íløgu eins og tann til Suðuroyarvegin. Hetta gjald kann setast niður aftur tá verkætlanin er avgreidd.

 

Harumframt skulu vit hava í huga, at stórir skaðar kunnu henda á infrakervið. Eg sat sjálvur í havnarnevndini tá molin í Tórshavn brotnaði í skaðabrimi. Tá var gott at havnarmeistarin Høgni Mohr kundi siga, at vit vóru so væl fyri at vit kundu gjalda skaðan. Nú er havnin størri og hendir henni nakað hevði verið gott at vit høvdu eitt samhaldsfast samskiftiskervi.

 

Zakarias Wang