Velur tú tey stóru lyftini er vandi fyri, at tú einki fært. Velur tú hinvegin tey realistisku lyftini, er sannlíkt, at tú fært okkurt.
Tí ein skilagóð umboðan á fólkatingi gevur úrslit og ávirkan. Alternativið er tóm orð og eingi avrik.
Fólkatingssessurin skal IKKI brúkast til at fremja yvirtøkur ella til at loysa frá Danmark. Men heldur ikki til at binda okkum fastari upp í donsku skipanina.
Hann KANN brúkast til at lýsa mál, sum tað manglar vitan um í Føroyum.
Tað hava vit í Javnaðarflokkinum gjørt við stórum frágreiðingum og kanningum um t.d. MVG, sum eigur at enda í føroyska landskassanum, um trygdar- og verjupolitikk, um javnstøðu og seinast um fosturtøku.
Og sessurin SKAL brúkast til at tryggja, at avgerðir um føroyar ikki verða tiknar uttan um okkum. Til at hjálpa føroyingum, sum detta niður millum danskar og føroyskar stólar. Til at tryggja føroyingum javnbjóðis rættindi í Danmark.
Og hann skal brúkast til at greiða frá føroyskum áhugamálum.
Ofta er uppgávan tí rættiliga einføld: Tað snýr seg um at greiða frá – at umboða føroysk sjónarmið. Tað snýr seg um at fortelja, hvat vit vilja. Og hví vit vilja tað, sum vit vilja.
Tað er avbjóðingin. Tað er mátin at loysa upp fastlæstar støður. Og skapa úrslit.
Arbeiðið hjá Javnaðarflokkinum eigur at halda fram. Tí hetta arbeiðið skapar ítøkilig úrslit og ávirkan. Eg kenni mannagongdirnar á fólkatingi og bjóði meg nú fram.
Farið á val og veljið okkum í morgin.
Jóan Pauli Dahl Jakobsen,
fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin