Veljarakanning: Javnaðarflokkurin fær ein ordans frammaná

Enn ein veljarakanning gevur Javnaðarflokkinum ein syngjandi lúsing. Eisini Tjóðveldi og Framsókn ganga aftur.

Tað vísir veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Um tað var val nú, so høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin verið størstir. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn høvdu mist tilsamans fimm tingsessir.

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu fingið níggju tingsessir í part og kundu skipað samgongu einsamallir. Sambandsflokkurin hevði vunnið tveir tingsessir og Fólkaflokkurin tríggjar.

##med2##

 

Javnaðarflokkurin hevði havt størstu afturgongdina og mist tríggjar tingsessir og bara fingið seks.

Tjóðveldi hevði mist ein sess og fingið fimm, Framsókn hevði mist ein tingsess og fingið tveir.

##med3##

 

Miðflokkurin heldur tørn og varðveitir tveir tingsessir, og Sjálvstýrisflokkurin hevði heldur ikki fingið umboðan sambært heari veljarakanningini.