Verjir málið við brotnum fingri

07 Vestur saknar ein av teimum, sum hevur verið drúgvur á liðnum higartil í ár

Klokkan 15 fer Rani A. Skaalum at bríksla fyri fyrstu ferð í góðveðrinum í Fløtugerði í Fuglafirði.

 

ÍF, sum hevur 9 stig, hevur vitjan av 07 Vestur, sum hevur 13 stig.

 

Tá ið ÍF í fyrsta umfari var gestur í Sørvági, vann heimaliðið 1-0. Uros Stojanov skoraði stutt undan dystarloki sigursmálið ímóti sínum gomlu liðfeløgum.

 

Hjá ÍF var tað ivamál, um Jákup Nolsøe Olsen fór at vera førur fyri at verja málið. Síðsta sunnudag tapti ÍF 7-1 á heimavølli ímóti KÍ. Tá vardi Jákup Nolsøe Olsen ÍF málið í fyrra hálvleiki. Hann var ikki á vøllinum eftir steðgin, tí hann hevði brotið ein fingur. Jákup er aftur í ÍF málinum í dag.

 

Hjá 07 Vestur er saknur í Jóhann Hansson Joensen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður. Teitur D. Olsen og Oddur í Haraldsstovu Petersen eru leikbannaðir.