Vestmanna bygdarráð letur heiður

Á Vestmannadøgunum 2025 fer Vestmanna bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina

Vestmanna kommuna skrivar, at ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 6. september, í samband við Vestmannadagar, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttarhøllini.

 

Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør hevur uppiborið at fáa ársins herðaklapp.Í uppskotinum, sum kann sendast uttan navn, skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa Ársins herðaklapp 2025.

Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi mánadagin 25. august 2025 klokkan 12:00.