Trolarin, Vesturbúgvin í Vestmanna, ið var systirskip til Eysturbúgvan, sum sakk á fyrsta gulllaksatúri í fjør, hevur nú fingið eitt trolspæl aftrat, soleiðis at skipið kann trola einsamalt, um tað skal vera.
Í fleiri ár partrolaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eftir upsa í vetrarhálvuni, og síðan vóru skipini á gulllaksaveiði frá apríl og til nakað út á heystið.
Tá systirskipini loystu til fyrsta gulllaksatúr í april í fjør, høvdu bæði Eysturbúgvin og Vesturbúgvin staðið á bedingini hjá Mest í Havn, har tey høvdu fingið nýggj trolspøl og vóru nýmálað.
Partrolarar hava vanliga bara tað eina trolspælið, og soleiðis fekk Vesturbúgvin tá eisini bara eitt spæl.
Tá so Eysturbúgvin sakk á fyrsta gulllaksatúri í fjør, hevði Vesturbúgvin einki skip at partrola saman við, og teir kundu ikki trola ensamallir. Tískil hevur skipið ligið, og hetta er sjálvsagt komið illa við hjá reiðarínum í Vestmanna.
Skipið hevur eisini verið lýst til sølu, men í reiðarínum ætla teir ikki at selja skipið – bara fyri at selja tað. Tískil hevur Vesturbúgvin nú fingið eitt trolspæl aftrat, soleiðis at skipið eisini kann trola einsamalt.
Bjarni í Skálum, sonur Dánjal í Skálum í Vestmanna, sigur, at Vesturbúgvin í løtuni er úti og ger eina roynd á makrelveiði saman við Fram. Hetta er fyrsti túrur hjá skipunum saman, og miðskeiðis í vikuni vóru teir staddir í ein landnyrðing úr Føroyum - í føroyskum sjógvi, nærindis norska fiskimarkinum.
- Vit vóna sjálvsagt, at hetta fer at rigga, og at skipini fara at fáa fisk. Hetta er ein roynd, sum skipini gera. Sum eg havi skilt, er ætlanin, at Fram í fyrsta lagi skal taka veiðina inn, um alt gongur, sum ætlað.
Bjarni í Skálum vísir á, at Fram hevur størri last enn Vesturbúgvin, men Vesturbúgvin hevur eisini tangar, sum kunnu taka makrel.
Vesturbúgvin hevur áður verið á makrelveiði saman við Eysturbúgvanum. Onkuntíð eydnaðist fiskiskapurin væl og onkuntíð minni væl. Tað var serliga í bretskum sjógvi, at skipini vóru á makrelveiði, men í løtuni hava Føroyar onga makrelavtalu við bretar.
Eftir at Eysturbúgvin sakk í fjør, hevur felagið í Sandoynni keypt annað skip úr Noregi. Skipið, sum fekk navnið Eysturbúgvin, hevur tvey trolspøl og hevur tískil gjørt nakrar gulllaksatúrar í vertíðini í ár.
Bjarni í Skálum vísir á, at orsøkin til, at Vesturbúgvin ikki hevur gjørt nakran gulllaksatúr í vertíðini í ár, nú skipið hevur tvey trolspøl, er, at reiðaríið átti ikki reiðskapin til slíka veiði.
Reiðaríið í Vestmanna, sum eigur Vesturbúgvan, eigur eisini trolbátin, Skálafoss og lítla línubátin, Fiskivarða. Bjarni í Skálum, sum vit her hava skift orð við, er sjálvur skipari á uppsjóvarskipinum, Vestmenningi í Vestmanna.