VIDEO: AIK Stockholm tryggjaði sær javnleik í yvirtíðini

(Video) Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Trelleborg-AIK Stockholm 1-1 (0-0)

Lið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í dag annan dystin í bólkaspælinum í svensku steypakappingini. 

 

Í dysti í bólki 3 leikti AIK aftur í dag javnt 1-1. Í dag var talan um 1-1 javnleik á útivølli móti Trelleborg.

 

Trelleborg legði seg á odda í 59 minutti. Leingi sá út til, at AIK einki fekk við sær úr Skåne, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Thomas Poppler Isherwood við einum dreymahøggi til endaligu støðuna 1-1.

 

Í sama bólki vann Degerfors 3-2 á Värnamo.

 

Trelleborg og Degerfors hava fýra stig hvør, AIK hevur tvey stig, og Värnamo er aftast við ongum stigi.

 

Í seinasta umfarinum komandi fríggjadag klokkan 17.30 tekur AIK móti Värnamo, og Degerfors tekur móti Trelleborg.

 

Skulu Mikkjal og hansara menn vinna bólkin mugu teir vinna við minst tveimum málum á Värnamo, og samstundis má dysturin millum Degerfors og Trelleborg enda við javnleiki. 

 

Her ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Trelleborg-AIK Stockholm 1-1 (0-0):

 

##med2##