VIDEO: Chelsea legði frá landi við einum sigri (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Chelsea-Los Angeles FC 2-0 (1-0)

Pedro Neto skoraði fyrra málið hjá Chelsea

Chelsea gjørdist fyrsta enska liðið at spæla dyst í HM-endaspælinum fyri felagslið.

Á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia í USA vann Chelsea í innleiðandi bólki D 2-0 á Los Angeles FC.

Chelsea-Los Angeles FC 2-0 (1-0)

1-0 Pedro Neto ('34 )

2-0 Enzo Fernandez ('80 )

Liam Delap sum er komin úr Ipswich Town til Chelsea legði upp til seinna málið. Hetta er fyrsti kappingardysturin Liam Delap spælir fyri Chelsea.

Hini bæði liðini í bólkinum eru Flamengo úr Brasil og Esperance úr Tunesia. Tey spæla í nátt klokkan tvey, føroyska tíð.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Chelsea:

Pedro Neto skoraði fyrra málið hjá Chelsea