Føroysku U17-kvinnurnar hava tað torført í bólki A í EM-endaspælinum, ið er í Føroyum í hesum døgum.
Sunnudagin taptu Føroyar 0-10 (0-8) fyri Noregi á Tórsvølli. Í dag vóru vónirnar um eitt minni tap fyri Eysturríki á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Men Eysturríki vísti heldur onga náði, og vann 9-0 (5-0) á Føroyum. Tó var at gleðast um, at norðoyingar o.o. fólk møttu væl upp til dystin fyri at stuðla okkara ungu kvinnum.
Eins og í dystinum móti Noregi fekk mótstøðuliðið góð og væl gjøgnumspæld mál, men í onkrum støðum kundi verið bundið betri fyri, so málmunurin var minni.
Leygardagin klokkan 15 spæla føroysku U17-kvinnurnar triðja og seinasta dystin. Dysturin verður móti Niðurlondum, ið spælir nakað um minnir um eina bólkafinalu móti Noregi á Tórsvølli í skrivandi stund.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Føroyar-Eysturríki 0-9 (0-5):
##med2##