Skulu menn stúra fyri skiftsárum?

Í farnu viku setti Landssjúkrahúsið sjóneykuna á testosteronískoytisviðgerð og testosterontrot hjá monnum

Landssjúkrahúsið skrivar, at hetta var í sambandi við, at Niels Jørgensen, serlækni og serfrøðingur í endokrinologi og andrologi á Ríkissjúkrahúsinum, hevur verið á Landssjúkrahúsinum, í Steno-ambuluatoriinum, sum partur av betranarátaki á Steno Miðstøðini.

 

Tað er umráðandi at finna røttu viðgerðina til tann einstaka. Somuleiðis er umráðandi at fáa staðfest, hvør hevur tørv á testosteronviðgerð og hvør ikki hevur.

 

Undirvísing og førleikamenning er ein týðandi partur av átakinum. Umframt at uppstiga vitanina hjá kliniska toyminum á Steno Miðstøðini, fekk Niels Jørgensen høvi at undirvísa heilsustarvsfólki í primera heilsugeiranum og í Sjúkrahúsverkinum í androgenviðgerð og Klinefelter syndrom. Les meira um Klinefelter syndrom: https://lnkd.in/dyEfyzGb

 

Skulu mannfólk so grunda um skiftisárini?

 

Greiða svarið frá Niels Jørgensen, serlækna, er - nei, tað skulu teir ikki. Tí mannfólk koma ikki í skiftisár, eins og kvinnur.

 

Steno Miðstøðin hevur, í samstarvi við deildina fyri Vækst og Reproduktion á Ríkissjúkrahúsinum, tikið stig til 3-ára betranarátakið, ið skal víðarimenna viðgerðartilboðið í føroyska sjúkrahúsverkinum til menn við testosterontroti.

 

Endamálið er at styrkja útgreiningina og viðgerðarmøguleikarnar í Føroyum og harvið styrkja heilsufatanina hjá monnum, ið fáa staðfest testosterontrot.

 

##med2##