Ígjár spældu føroysku U17-kvinnurnar venjingardyst móti Estlandi.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Ranja Joensen legði Føroyar á odda í 40. minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði Silja Trier økt til 2-0.
Estland minkaði um munin til 1-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Ólukkutíð javnaðu tær estisku fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Í morgin klokkan 10 spæla føroysku U17 kvinnurnar dyst móti Lettlandi.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum frá Youtube rásini hjá estiska fótbóltssambandinum:
##med2##