VIDEO: Fyrsta kappingarmálið hjá Gullbrandi í 2025

(Video) Her eru málini frá dystinum Sandnes ULF-Træff 1-1 (0-0)

Leingi sá út til, at dysturin í triðbestu norsku fótbóltsdeildini millum Sandnes ULF og Træff fór at enda við javnleiki 0-0. Men tá klokkan vísti 90 minuttir legði føroyski liðskiparin hjá Sandnes, Gullbrandur Øregaard heimaliðið á odda við sínum fyrsta máli í deildini hetta kappingarárið. Talan var um eitt gott skot úr 14 metrum. Men tað helt ikki til sigurs hjá Sandnes. Fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Træff til 1-1, og so mátti Sandnes taka til takkar við einum javnleiki.

 

HER  ber til at síggja málini. 

 

Sandnes er nummar seks í bólki 1 í triðbestu deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Notodden er fremst í deildini við 11 stigum. 

 

Sunnudagin 12. mai spælir Sandnes dyst á útivølli móti Brattvåg.