VIDEO: Inter Milan vann 4-3 á FC Barcelona aftaná minniligan dyst

(Video) Síggj hæddarpunktini frá hálvfinaluni í Champions League Inter Milan-FC Barcelona 4-3 (3-3 - 2-0)

Inter Milan og FC Barcelona stóðu fyri tveimum minniligum hálvfinalum í Champions League kappingini. Fyrra hálvfinalan á Camp Nou endaði við javnleiki 3-3, og í kvøld endaði tað aftur við javnleiki 3-3 í Milano, har Francesco Acerbi javnaði fyri Inter tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Inter var á odda 2-0 í steðginum. Barcelona vendi øllum á høvdið og skoraði trý mál, men so kom Inter afturíaftur, bjargaði sær longda leiktíð, og í longdu leiktíðini syrgdi Davide Frattesi fyri sigursmálinum til 4-3, og harvið einum samlaðum 7-6 sigri til Inter. 

 

Inter Milan-FC Barcelona 4-3 (3-3 - 2-0) (Inter vinnur samanlagt 7-6)

1-0 Lautaro Martinez ('21)

2-0 Hakan Calhanoglu, br. ('45+1)

2-1 Eric Garcia ('54)

2-2 Dani Olmo ('60)

3-2 Raphinha ('88)

3-3 Francesco Acerbi ('93)

4-3 Davide Frattesi ('99)

 

HER  ber til frá TV3 Sport at síggja hæddarpunktini frá minniliga dystinum.

 

Inter Milan hevur á trimum sinnum vunnið Champions League. Í 1964, 1965 og í 2010. 

 

Í kvøld klokkan 20 spæla Paris Saint Germain og Arsenal seinnu hálvfinaluna á Parc des Prince í París. PSG vann 1-0 í fyrru uppgerðini.