VIDEO: Niðurlond vunnu á Eysturríki í okkara EM-bólki

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Eysturríki-Niðurlond 1-4 (1-3)

Mynd: UEFA

Vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík var ramman um søguligu hendingina: fyrsta EM-endaspælsdystin, ið er leiktur í Føroyum. Í okkara bólki, bólki A møttust Eysturríki og Niðurlond.

 

Niðurlond vunnu ein greiðan 4-1 (3-1) sigur.

 

Á sama vølli spæla Føroyar móti Eysturríki. Dystarbyrjan er mikudagin klokkan 15. Klaksvíkingar eru óførir at møtu upp, og tá fara okkara U17 kvinnur uttan iva at fáa hollan og góðan stuðul.

 

HER ber til at siggja hæddarpunktini frá søguliga EM-dystinum norðuri í Klaksvík:

 

##med2##

 

Mynd: UEFA