Nord-derby millum THW Kiel og Flensburg Handewitt var í Wonderino-høllini í Kiel tíðiliga seinnapartin í dag, og í triðja toppfundinum millum Elias og Jóhan var Jóhan enn einaferð sigursharrin.
Flensburg vann 37-33 á Kiel. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Eitt skiftið var Kiel á odda 9-3, men so fekk Flensburg høvdið fyri seg aftur.
Jóhan skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir. Jóhan skoraði bæði málini innanfyri fyrstu fimm minuttirnar av dystinum.
Elias slapp ikki veruliga framat fyrrenn ta seinastu løtuna, men tá tók hann eisini av. Innanfyri sjey minuttir - millum 50. og 57. minutt - skoraði Elias fimm mál, og var næstbesti málskjúttin hjá Kiel. Elias skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast góð mál hjá Jóhan og Eliasi:
##med2##