VIDEO: Soleiðis vann Füchse Berlin á Hamburg

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Füchse Berlin-Hamburg 40-35 (19-15)

Seinnapartin spældu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á heimavølli í Max Schmelling høllini móti Hamburg. Við sigri kundi Füchse Berlin leggja seg á odda í deildini. Og tað eydnaðist. Füchse Berlin vann dystin 40-35. Í steðginum vóru berlinarnir frammanfyri 19-15.

 

Hákun fekk ein møguleika og hann setti hann í netið. Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel stórspældi og skoraði 11 mál fyri Füchse Berlin í dag.

 

Füchse Berlin er fremst í deildini við 39 stigum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum: 

 

##med2##