Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu sunnudagin í dysti á útivølli í bundesliguni 35-32 á Stuttgart. Í steðginum var Kiel frammanfyri 23-19.
Elias skoraði upp á tríggjar av sjey málroyndum, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).
Kiel er nummar fimm í deildini við 40 stigum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Stuttgart-Kiel 32-35 (19-23). Elias sæst leggja upp til tvey mál í videobrotinum:
##med2##