Tað hevur ikki verið reyð stjórn í Danmark, síðani SVM-stjórnin varð skipað í desember 2022 og avloysti einflokkastjórnina við Javnaðarflokkinum.
Men veljararnir tykjast enn at stuðla í øllum førum teimum flokkum, sum mynda siðbundna reyða veingin í donskum politikki.
Í meiningarkanningini, sum granskingarstovnurin Voxmeter fyri Ritzau almannakunngjørdi í dag, stendur klassiski reyði vongurin til at fáa 51,6 prosent av atkvøðunum, um fólkatingsval verður í morgin.
Stjórnarflokkurin, Javnaðarflokkurin, er, sum væntað, toppskorari við 22,9 prosentum av atkvøðunum, meðan SF fær undirtøku frá 14,1 prosentum.
Eindarlistin fær 8,0 prosent av atkvøðunum, Radikalu hava undirtøku uppá 4,7 prosent, meðan Alternativið fær 1,9 prosent, sum akkurát ikki er nóg mikið til røkka sperrumarkinum uppá 2,0 prosent.
Hinir fýra flokkarnir standa framvegis til at fáa tilsamans 90 sessir, sum er nóg mikið til ein meiriluta á Fólkatingi.
Harumframt kunnu vera møgulig tingfólk úr Grønlandi og Føroyum, sum - sum nú er - kunnu ynskja at stuðla stjórnini.
Tað er ein hagtalslig óvissa á 3,1 prosentstig fyri reyða veingi í mátingini.
Í trimum av fýra veljarakanningum hjá Voxmeter í apríl hevði reyði vongurin eisini oman fyri 50 prosent undirtøku, har 52,9 prosent vóru hægsta kanningin. Í fjórðu veljarakanningini mánadagin í síðstu viku var undirtøkan 49,9 prosent.
Tað sær øðrvísi út, um hugt verður eftir undirtøkuni til SVM-stjórnina, sum Javnðarflokkurin er partur av.
Her kann stjórnin bert savna undirtøku frá 35,9 prosentum av veljarunum.
Vinstri fær bara 9,2 prosent í kanningini í dag, meðan Moderatarnir fáa 3,8 prosent undirtøku.
Hetta hevði givið tilsamans 65 sessir til stjórnina, hvørs flokkar tilsamans vunnu 89 sessir á fólkatingsvalinum í 2022.
Meiningarkanningin hjá Voxmeter varð gjørd millum 28. apríl og 4. mai millum 1.003 umboðandi útvald fólk yvir 18 ár.
/Ritzau/