VIDEO: Vakrar fríspælingar og undirhondsskot hjá Eliasi

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Eurofarm Pellister-THW Kiel 20-23 (9-11)

Tað eydnaðist eisini THW Kiel at vinna triðja dystin í bólki A í Champions League á útivølli móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pellister. Kiel vann dystin 23-20. Í steðginum var Kiel á odda 11-9.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist saman við 34 ára gamla svenska stórleikaranum, Niclas Ekberg toppskjútti hjá Kiel í kvøld. Elias skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Niclas Ekberg skoraði fimm mál upp á átta málroyndir.

 

Kiel er fremst í bólki B við seks stigum. Aalborg, Paris Saint Germain og Kielce hava fýra stig hvør.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Eurofarm Pellister-THW Kiel 20-23 (9-11). Í samandráttinum sæst eitt framúr vakurt undirhondsskot hjá Eliasi umframt genialar fríspælingar til viðleikarar:

 

##med2##