21. apríl er skírisdagur. Tá vera fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Í hesi vikuni verður spælt í fyrsta umfari. Fimm dystir vera í kvøld og tveir vera mikukvøldið.
Í landskappingini var tað óvæntað, tá ið NSÍ fór úr Gøtu við trivaligum 3-0 sigri. Síðani hevur tað víst seg, at pílarnir peika heilt hvønn sín veg hjá feløgunum kring Gøtueið.
NSÍ hevur fulla úrtøku, og Víkingur bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum í landskappingini.
Í Víkingi kenna teir tað fleiri ferðir hava verið stong út. Eitt nú ímóti NSÍ tá ið vertirnir í Sarpugerði kendu seg at vera óhepnar, at teir ikki vóru frammanfyri við fleiri málum, áðrenn NSÍ fekk hol á.
Hjá NSÍ hava marginalirnir verið við. Eitt nú í 4-3 heimasigrinum ímóti B36.
Í kvøld verður avgjørt, um tað verður Víkingur ella NSÍ, sum skírisdag fer at spæla ímóti vinnaranum Skála/TB.
Tann dysturin verður undir Mýruhjalla á Skála klokkan 17.30 í dag. TB flutti í fjør upp í bestu deildina, og Skála flutti niður úr bestu deildini. Higartil í ár hevur TB spælt javnt ímóti Víkingi og EB/Streymi, meðan Skála við 10 stigum er topplið í næstbestu deildini.
HB er steypaliðið yvir øllum hinum, meðan steypasøgan hjá KÍ vísir, at sammett við í landskappingini hevur tað gingið av skriðuni í steypakappingini.
Í kvøld hittast HB og KÍ í Gundadali, og hetta verður fyrsta stóra styrkisroyndin hjá hesum báðum feløgunum, sum higartil í ár hava vunnið fulla úrtøku í landskappingini.
Vinnarin í Gundadali í kvøld fer skírisdag at spæla ímóti vinnaranum av dystinum í Sørvági í kvøld. Á Dungasandi verður B36 gestur. Í landskappingini hevur B36 tvær tær seinastu ferðirnar vunnið 1-0, meðan 07 Vestur higartil bara hevur vunnið eitt stig -í málleysa javnleikinum á útivølli ímóti Víkingi.
Fimti dysturin verður á Argjum, har FC Suðuroy verður gestur. FC Suðuroy vann hóskvøldið fyrstu stigini síðani uppflytingina, tá ið tað á heimavølli endaði 1-0 ímóti TB. Í næstbestu deildini hevur AB ikki tapt í ár. Úrtøkan er ein sigur og tveir javnleikir. Heimadysturin ímóti EB/Streymi mikukvøldið varð útsettur, tí tað var so nógvur vindur.
Vinnarin á Agjum í kvøld fer at spæla fjórðingsfinalu ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði.
Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 18.30
Skála – TB: Alex Troleis kl. 17.30
07 Vestur – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
HB – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30
AB – FC Suðuroy: Rúni Olsen kl. 17.30