Víkingur fer eftir 9. sigrinum á rað

Allir spælararnir eru tøkir hjá 07 Vestur, sum fyri viku síðani vann trivaligan sigur í Fuglafirði

Teir í Eysturkommunu eru av álvara á toppinum, nú teir fyrireika seg í Sarapugerði at fáa vitjan av 07 Vestur. Vágaliðið var fyri einari viku síðani í grannalagnum, og tá skarst tað væl, tí 07 Vestur fór úr Fuglafirði við 3-0 sigri.

 

Tá ið 07 Vestur var í Fuglafirði, vóru tveir at lyklaspælarunum ikki førir fyri at spæla. Nú eru bæði miðvallarin Magnus Holm Jacobsen og álopsspælarin Uros Stojanov tøkir aftur.

 

Víkingur vann týskvøldið 2-1 á útivølli ímóti HB. Hetta var áttandi sigurin á rað hjá víkingunum, sum nú av álvara tevja triðja plássið og trygd fyri europeiskum atgongumerki.

 

Signar á Brúnni er framvegis skaddur í økslini, og Andreas Lava Olsen hevur ikki verið á vøllinum í nógvar vikur, tí hann er skaddur.

 

5. mai vann Víkingur 2-1 í Sørvági, og 10. juni vann 07 Vestur 3-2 í Sørvági.